Lýsing
Ynskir tú starv í framúrskarandi miðbýarstovni okkara - har børn og starvsfólk trívast, hava ávirkan, eru skapandi og sleppa til orðanna? Ja, so hevur tú møguleikan júst nú.
Í Fríðriksgarði starvast ein hugagóður og stuttligur starvsfólkahópur, sum virkar fyri, at børn og starvsfólk hvønn dag fáa ein mennandi og áhugaverdan gerandisdag - grundað á stuttleika og samanhald.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Fríðriksgarð eftir námsfrøðingum og hjálparfólki at arbeiða millum 20 og 35 tímar um vikuna í annaðhvørt vøggustovu og barnagarði.
Harumframt sóknast vit eftir avloysarum, sum kunnu arbeiða eftir tørvi.
Størvini verða sett 4. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144683