Lýsing
Vit leita eftir einum eldhugaðum verkætlanarleiðara, ið tekur ábyrgd av størri og smærri spennandi og fjølbroyttum verkætlanum innan skip, alivinnu og vinnu á landi.
Tú fært ábyrgdina av
- At gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi við kundar og starvsfelagar
- At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan til ásetta tíð og kostnað
- At góðskan á arbeiðnum er sum avtalað
- At gera upp, eftirmeta og avhenda uppgávur
Starvsstaðurin kann verða í Havn, ella á Skála men verkætlanarleiðarin kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru.
Tín vangamynd
Tú hevur hóskandi útbúgving, til dømis maskinmeistari ella líknandi og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir væl at samstarva. Tú sært týdningin í at halda tíðarfreistir og arbeiðir við nærlagni. Tú megnar at arbeiða undir trýsti, tá nógvir bóltar eru í luftini í senn.
Tú dugir væl føroyskt og enskt og hevur KT kunnleika á brúkarastøði. Kunnleika til skip, skipsútbúnaða og størri verkætlanir er ein fyrimunur.
Vit bjóða tær
Eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu.Ynskir tú meira at vita um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup í Soylu, Rakstrarleiðara á tel 791231 ella á teldupost: djs@mest.fo
Les meira og søk starvið her:
https://mest.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/95
Umsókn
Freistin at søkja starvi er 11. august 2025. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal sendast inn umvegis leinkjuna niðanfyri.
Vit eru MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.