Lýsing
Vit leita eftir einum deildarleiðara, sum ynskir at gera mun og standa á odda fyri tænastum til heimabúgvandi borgarar hjá Vesturvón
Vesturvón ynskir ein deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og árræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágum.
Vit bjóða eitt spennandi farloyvisstarv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við sera eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum.
Sum deildarleiðari verður tú partur av einum leiðslunetverki saman við 4 øðrum ágrýtnum leiðarum, umframt at tú kemur at samstarva við fleiri ymiskar fakbólkar.
Vit bjóða tær eitt farloyvisstarv sum deildarleiðari á starvsbrøk 1,0 í tíðarskeiðnum frá 1. august 2025 – 31. august 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Starvið fevnir um :
· Toymið sum starvast á útiøkinum, heimahjálparabólkin og heimasjúkrarøktarfrøðingarnar.
Tú kemur at hava fakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga ábyrgd.
Vit ynskja og vænta okkum
Ein deildarleiðara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini, eitt nú við at menna og skipa tænasturnar vit veita.
Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi fyri starvsfólkini.
Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, sum setir dám á tænasturnar hjá Vesturvón. Eisini skal trivnaður og arbeiðsgleði raðfestast høgt.
Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Áhugi og royndir innan leiðslu og fyrisiting er eitt krav, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarnir vísa til stjóran hjá Vesturvón.
Starvið er full tíð og er starvsstaðurin á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 24. juli 2025 kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar
Vil tú vita meir um starvið, ella hevur tú spurningar, so frætta vit fegin frá tær. Tú ert vælkomin at ringja til stjóran Jóngerð M. Nielsen á tlf. 665710