Lýsing
Til pylsuvognin á Eystaru Bryggju sóknast vit eftir starvsfólkum, ið kunnu matgera og selja teir vælkendu grill-rættirnir.
Arbeiðstíðirnar eru frá kl. 10.30 til 15.00 og frá 17.00 til 22.00, og hava vit tørv á fólkum, ið kunnu starvast fulla tíð, og fólkum, ið kunnu starvast nøkur kvøld um vikuna.
Fyri at trívast í starvinum, er tað umráðandi at tú ert tænastusinnað/ur og fryntlig/ur, samstundis sum tær dámar væl matgerð.
Royndir innan øki er ikki ein treyt, vit geva tær neyðugu upplæringina 🙂 Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her:
https://hr.sms.fo/Application/Index/2190
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Suyash Kanekar á telefon 505850.