Lýsing
Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og skapandi lesandi til at arbeiða saman við samskiftisfólkinum á stovninum. Tann lesandi fær í høvuðsheitinum ábyrgd av at framleiða tilfar til sosialar miðlar í tøttum samstarvi við samskiftisfólkið umframt onnur starvsfólk á stovninum, eitt nú innan umhvørvisvernd og orkuráðgeving.
Starvið
Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, og tú fært møguleika at menna teg í starvinum. Høvuðsuppgávurnar vera millum annað at:
- framleiða tilfar til Instagram, Facebook og LinkedIN
- greina dátur í sambandi við samskifti
- luttaka í tiltøkum og kunningarátøkum
- sparra við samskiftisfólkið um møgulig samskiftisátøk.
- leggja tilfar á heimasíður (us.fo og orka.fo) og innannetið
Førleikar
Vit vænta at tú:
- ert undir hægri útbúgving
- hevur royndir við at umsita sosialar miðlar
- dugir sera væl at skriva og málbera teg á føroysku
- ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
- dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
- hevur fingurin á pulsinum, tá tað snýr seg um rák á sosialum miðlum
- torir at siga tína hugsan
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan grafiska uppseting.
Setan
Starvið er 10 tímar um vikuna ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2025.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Báru Akselsdóttir Haraldsen á telefon +298 234387 ella við telduposti til barah@us.fo.
Til ber at søkja starvið her.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.
Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.