Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
21. juli 2025
Útgongur
31. juli 2025
Staður
Økistænastan í Sandoyar sýslu, Miðgøta 8, 210 Sandur, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv
T-post
ot@ot.fo

Lýsing

Røktarheimi Áargarður søkir eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum heilsuhjálpara at traðka til í eitt farloyvisstarv. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,8 frá 1. september 2025 til 30. september 2026.

Arbeiðstíðirnar fyri farloyvisstarvið er skiftandi 7-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti.

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum, harav 10 av plássunum eru á Røktarheiminum Áargarð. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.

Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari.
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Vit bjóða

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  •  møguleika at skapa eitt lærandi arbeiðspláss 

Setanarviðurskifti
Farloyvisstarvið verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Beintu T. Klein, deildarleiðari, telefon 793679 ella á teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn
saman
við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot(at)ot.fo.

Umsóknarfreist 31. juli 2025

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið