Landsverk
Útgivið
21. juli 2025
Útgongur
18. august 2025
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú til reiðar at veita KT-support á einum av Føroya fremstu almennu stovnum?

Sum KT-supportari á Landsverki verður tú ein týðandi lyklapersónur í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har KT er ein grundarsteinur í nógvum av virkseminum. Tú verður partur av Deildini fyri Skipan og Menning og fert at samstarva við okkara KT-ábyrgdara og onnur starvsfólk um at tryggja eina dagførda, álítandi og tænastusinnaða KT-support.

Um starvið
Landsverk umsitur eitt stórt tal av skipanum og KT-loysnum, sum stuðla undir fjølbroytta virksemi okkara, ið fevnir um alt frá veðurmátingum og tyrlupallum til byggiverkætlanir og viðlíkahald av vegum og bygningum.

Tín høvuðsuppgáva verður at veita KT-support til starvsfólk stovnsins, sum arbeiða kring alt landið. Tú fert at:

  • veita brúkarasupport av Windows, Office365 og øðrum skipanum
  • hava samband við KT-veitarar innan- og uttanlands
  • samskifta við Landsnet, sum veitir grundtænastur innan KT
  • umsita fakskipanir og fakservarar
  • standa fyri innkeypi og uppsetan av KT-útgerð
  • luttaka í menning og dagføring av KT-kervi og tænastum
  • ymiskar ad hoc uppgávur, t.d. stroyming, undirvísing og at skriva mannagongdir

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving innan KT ella samsvarandi royndir innan KT-support
  • ert tænastusinnað/ur, tolin og dugir væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar á øllum stigum
  • arbeiðir skipað og ábyrgdarfult
  • hevur áhuga í KT-loysnum og nýggjari tøkni
  • dugir at orða teg væl á føroyskum, donskum og enskum – bæði í skrift og talu
  • hevur koyrikort

Vælkomin á deildina
Tú verður partur av Deildini fyri Skipan og Menning. Vit eru ein fjølbroyttur starvsfólkahópur við ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast við m.a. fyrisiting, samskifti, løgfrøði, KT, HTU og HR. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álitisfult arbeiðsumhvørvi.

Arbeiðsstaður og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 17 í Havn. Eitt sindur av ferðing kring landið kann væntast.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og starvið er flokkað í 4. lønarflokki.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. august 2025. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Líggjas Vang, KT ábyrgdara á tlf. 290817, teldupost liva@lv.fo ella til Thomas Magnussen, deildarleiðara á tlf. 290 811 ella æthma@lv.fo.

Um Landsverk Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.

Líknandi størv

KT Supportari   Faroe Islands nýtt
11. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið