TAKS
Útgivið
21. juli 2025
Útgongur
26. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

TAKS á Tvøroyri søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera at byrja sum skjótast.

Í starvinum fert tú at arbeiða við ymsum grunnum og stuðulsskipanum – t.d. barsilsskipanini, ferðastuðli og rentustuðli. Tú fert at samskifta við borgarar, viðgera umsóknir, skjalføra, bóka, tryggja útgjald og hava eftirlit við viðkomandi málum.

Førleikar
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella drúgvar royndir í skrivstovuyrkinum. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til almenna fyrisiting og hevur royndir við málsviðgerð og journalisering. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur eina góða heildarfatan av bókhaldi og roknskapi.

Vit leggja eisini dent á, at tú:

  • dugir við teldu og telduskipanum,
  • hevur lógarskil og megnar at seta teg inn í galdandi reglur,
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, skipa arbeiðið og taka grundaðar avgerðir,
  • skrivar og tosar føroyskt og enskt og hevur lætt við at samskifta við fólk,
  • ert fyrikomandi og vísir nærlagni og ábyrgd.

Setanarviðurskifti
Starvið er fast fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4 – alt eftir útbúgving. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Umsóknarfreistin er 26. august 2025
Søk starvið við at fylla út umsóknarskema okkara. Viðheft umsókn, lívrensl, prógv og viðmælir.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á lk@taks.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið