Sandoyar Barnaverndartænasta
Útgivið
21. juli 2025
Útgongur
11. august 2025
Staður
Skúlavegur 3, 230 Húsavík, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
bvtsandoy@bvtsandoy.fo

Lýsing

Sandoyar Barnaverndartænastu søkir eftir málsviðgerða til fast starv til setan 01.
September 2025 ella skjótast til ber eftir nærri avtalu.

Starvsbrøkurin 1,0 til 31-08-2026, og síðani 0,5.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv. Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt
samstarv millum kommunurnar í Sandoyar sýslu, og starvsstaðurin er í hølum á Skúlavegi
3, 230 Húsavík.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.

  • Málsviðgerð og kanningar
  • Samrøður við børn og vaksin
  • At fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
  • At seta í verk fyriskipanir og fylgj hesum upp
  • Samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
  • Vera við í vaktarskipanini hjá Sandoyar Barnaverndartænastu

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • Hevur miðallanga viðkomandi útbúgving innan heilsu – almanna - ella skúlaøki t.d.
    sosialráðgevi, námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur reina revsiváttan.
  • Hevur góð samskiftis og samstarvsevnir bæði í skrift og í talu
  • Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá familjuni, og hjálp teimum út frá hesum
  • Hevur góð evni at samstarva og síggja loysnir
  • Tolir at arbeiða undir trýsti og er fleksibul
  • Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Supervisión og góðar arbeiðsumstøður
  • Eitt gott samstarvstoymi

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum og cv og reinari revsiváttan skal sendast til: Sandoyar Barnaverndartænastu á teldupost bvtsandoy@bvtsandoy.fo
- ella til bústaðin Skúlavegur 3, 230 Húsavík.

Viðmerk: Málsviðgeri til Sandoyar Barnaverndartænastu

Freist at lata inn umsókn er í seinasta lagi mánadagin 20. august 2025 klokkan 12.00.

Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 hevur barnaverndartænastan skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd. Tann ið sett/settur verður, skal hava
reina barnaváttan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Róhild Winther, leiðara á telefon 288024 ella við telduposti rohild@bvtsandoy.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið