Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til gastroenerologiska amulatoriið. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 til setan 01.09.2022 og eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 til setan 01.09.2022 til og við 31.08.2023.
Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum í gastroenterologiska ambulatoriinum, tó við ávísum samstarvi við aðrar ambulantar sergreinar, umframt nakrar vikuskiftisvaktir um árið á seingjardeild.
Medisinska ambulatoriið er vaksið sera nógv seinnu árini og fevnir um 14 ymisk serlæknaambulatorii. Umleið 35 sjúkrarøktarfrøðingar eru knýttir at ambulatoriinum. Hvønn dag vitja fleiri enn 200 sjúklingar medisinska ambulatoriið.
Partar av Medisinska deplinum flyta í næstum í nýggja H-bygningin og hetta kann vera orsøk til at viðkomandi, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum.
Arbeitt verður miðvíst við at menna røkt og viðgerð á medisinska økinum. Áherðsla verður løgd á, at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði fysiskt og sálarliga.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar. Telefonviðtalur og teldupostsamskifti er ein stórur partur av arbeiðsuppgávuni
- Geva biologiskan heilivág, intravenøsar injektiónir/infusiónir og tablettviðgerðir
- Útinna, leiða, miðla og menna vitan innan sjúkrarøkt
- Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág við meira
- Tvørfakligt samstarv við lækna, kostráðgeva, fysioterapeut og aðrar viðkomandi fakbólkar
Dentur verður lagdur á, at tú hevur
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Í minsta lagi 2 ára kliniskar royndir við medisinskum sjúklingum
- Royndir at arbeiða sjálvstøðugt. Fyrimunur er at hava arbeiðsroyndir frá viðkomandi ambulatorii
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Áhuga og ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning
Vit bjóða
- Felags innleiðslu og upplæring
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Evu M. Holm, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6250 ella t-post evamo@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 31.07.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.