Krosstein P/f
Útgivið
23. juli 2025
Útgongur
20. august 2025
Staður
Falkavegur 6, Postboks 3229, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv
T-post
umsokn@krosstein.fo

Lýsing

Vit leita eftir einum eldhugaðum sølulærlingi, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga starvsfólka-
hópi. Sum størsti HVS útbjóðari í Føroyum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan hita-, vatn- og
sanitetsloysnir til bæði privat og vinnuligt virksemi.

Tað sum tú kanst bjóða

  • Áhuga fyri sølu og kundatænastu
  • Tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Er eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggjar vørur og tænastur
  • Er virkin og íðin at røkka ásettum málum
  • Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur onnur viðkomandi prógv

Í lærutíðini
Vilja dugnaligir starvsfelagar læra teg upp innan okkara vørur, tænastur og  ráðgeving. Stórur dentur verður lagdur á kundarøkt. Vit kunnu bjóða eitt  spennandi og gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og góðum  møguleikum fyri persónligari menning.

Vit bjóða tær
Eitt arbeiðspláss í støðugari framgongd, góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning dugnaligar starvsfelagar og eitt gott starvsfólkaumhvørvi. Lønin er góð og hægri enn lønartalvurnar hjá Samverk áseta.

Lærutíðin

  • 2 ár við HH/miðnámsprógvi, búskaparbreyt ella 3 ár við FHS
  • Skúlatíðin er á Business College Syd á Als í Danmark

Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Krosstein, Falkavegur 6, 100 Tórshavn.

Umsókn og freist
Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á umsokn@krosstein.fo innan mikudagin 20. august 2025. Tú ert vælkomin at ringja til Kristian á telefo 29 46 02, um tú ynskir at fáa meira at vita.

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið