Lýsing
Mekanikari við rullandi verkstaði
Tú trívist ikki á kontóri – tú skalt vera úti á plássinum, har maskinur, dumparar, kranar og tøkni skulu rigga hvørja ferð. Vit leita eftir einum mekanikara við hegni og huga at arbeiða sjálvstøðugt á okkara byggiplássum kring alt landið.
Tú fert at hava egnan væl útbúnan verkstaðsbil – tín amboðskassi á hjólum – og vera lykilin til, at arbeiðið ikki steðgar.
Okkum tørvar eisini mekanikara á sjálvt verkstaðið á Hjalla, so tað er ikki avgerðandi fyri at søkja, um tú heldur ynskir at verða á sjálvum verkstaðnum.
Mekaniska deildin fast serliga við at servicera og feilfinna. Tað liggur væl fyri hjá tær at feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupuleikar á maskinum v.m.