Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum eldhugaðum sjúkrarøktarfrøðingi til Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8. Starvið er til setan frá 01.09.2022 ella eftir nærri avtalu.
Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.
Um Børn og Ung psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra eindir – børn, ung, subakutta toymið og dageind. 25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.
Starvið, sum talan er um, verður sum útgangspunkt í ambulanta/subakutta toymunum. Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum at gera subakuttar metingar av børnum og ungum við t.d. tunglyndi og sjálvmorðstankum, at luttaka í útgreiningar uppgávum, stovugongd og barna- og ungdómspsykiatriskar metingar (tilsýn) í samband við innleggingar, uppfylging av m.a. medisinskari viðgerð umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum.
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børn og ung er ein fyrimunur
Vit ynskja umsøkjara
- Við hegni at arbeiða sjálvstøðugt, og at samstarva interprofessjonelt
- Við góðum skipanarevnum, góðum yvirliti, og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Við førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga, til einstaklingar og bólkar.
- Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
- Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Við smidleika og arbeiðssemi
- Við evnum og áhuga fyri at reflektera yvir egið virksemi og ávirkan og finna loysnir í einum umhvørvi, sum er undir staðiligara menning
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsøki í støðugari menning
- Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
- Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast í viku 29 við at venda sær til Súsannu Reinert-Petersen, yvirlækni í leiðslufunktión í Barna- og ungdómspsykiatrisku eindini á t-post susrp@ls.fo og í viku 31 við at venda sær til Carol Symphor, sálarfrøðingur og leiðari í Barna- og ungdómspsykiatrisku eindini á t-post carsy@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á tlf. 304740.
Umsóknarfreistin er tann 08.08.2022. Væntandi verða setanarsamrøður hildnar í viku 33.
Vinarliga søk starvið her.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.