Útgivið
21. juli 2022
Útgongur
20. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfólki, ið hevur royndir innan HR økið, herundir tænastuplanlegging og almenna fyrisiting til setan skjótst gjørligt og í fyribils eitt ár við møguleika fyri føstum starvi.

Arbeiðsuppgávurnar á HR deildin eru sera fjølbroyttar. Tí vænta vit, at tær dámar væl at fara til arbeiðis í einum umhvørvi við nógvum og ymiskum uppgávum. Tað er umráðandi, at tú ert væl skipað/ur, arbeiðir sjálvstøðugt, umframt, at tú ert fleksibul og tolir broytingar í arbeiðsuppgávunum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
Fyrisiting

  • Útbúgvingar- og skeiðsvirksemi
  • Lýsingar
  • Setanir
  • Journalisering
  • Árshjól
  • Lønaruppfylging
  • Viðlíkahald av intranetinum

Tænastuplanlegging

  • Dagligar uppfylgingar og broytingar av vaktum
  • Barsil
  • Feria
  • Sjúkrameldingar
  • Skáseting av førleikum
  • Undirvísing av tíðarskráseting

Førleikakrøv

  • Skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting e.l.
  • Royndir innan HR økið
  • Royndir við tænastuplanlegging
  • Góðar telduførleikar og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir

Lønar- og setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum HK-Stat og Moderniseringsstyrelsen.

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. august 2022 og skal sendast til:

fo personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu D. Háberg, HRstjóra, tlf. 792319.

Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET. Starvið verður sett tá góðkenningin fyriliggur.

Líknandi størv

9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið