Útgivið
22. juli 2022
Útgongur
4. august 2022
Staður
Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir 2 starvsfólkum, námsfrøðingum ella hjálparfólkið, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 15. August 2022.

Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 110 frítíðarskúlabørn.

  • Størvini eru 25 tímar um vikuna, (Námsfrøðingar kunnu fáa bjóða 30 tímar um vikuna) har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
  • Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
    Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri
    hjálparfólk.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
  • Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
  • Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
  • Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við
    foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
  • Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
  • Fyrireikingartíð
  • Toymisarbeiði

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 04. august 2022.

Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her: https://app.jobmatchprofile.com/hgeeft

Eisini ber til at senda umsøkn beinleiðis til. fritansing@runavik.fo

SEND UMSÓKN

 

 

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630

 

Líknandi størv

Forritari til Elektron   Faroe Islands nýtt
29. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið