Almannaverkið
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
21. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ein av størstu almennu stovnunum í Føroyum søkir eftir framskygdum og eldhugaðum fyrisitingarstjóra.

Almannaverkið er í eini tilgongd, har bygnaðurin verður broyttur. Endamálið er at skapa karmar fyri einum meira samanhangandi virksemi, har tvørfakligt samstarv fer at virka og vaksa.

Vit seta fokus á bestu og mest framkomnu sosialu tænastuna. Arbeitt verður fyribyrgjandi, mennandi og endurmennandi, fyri at tryggja borgaranum eitt gott lív á egnum beinum.

Vit søkja ein fyrisitingarstjóra, sum saman við dugnaligum starvsfelagum verður við til at seta í verk nýggja bygnaðin, og framtíðartryggja eina sterka tænastusinnaða fyrisiting í Almannaverkinum.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv at seta 01.11.2025 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn. Starvsheitið er fyrisitingarstjóri.

Fyrisitingarstjórin vísir til stjóran og verður, saman við tænastustjóranum, nærmasti ráðgevi hjá stjóranum.

Stjórin, fyrisitingarstjórin og tænastustjórin mynda stjórn, sum er ovasta leiðsla í Almannaverkinum. Stjórn setir kósina fyri Almannaverkið og tryggjar, at raðfest virksemi nær á mál.

Um Fyrisitingina
Í Fyrisitingini eru deildirnar, Stjórnarskrivstovan, HR-deildin, Fíggjardeildin, Visitering, Rakstur og innkeyp, KT og support og Talgild menning. Les meira um deildirnar her

Fyrisitingin tryggjar at allar skyldur mótvegis borgarum, starvsfólkum, myndugleikum og almenningi verða hildnar. Fyrisitingin tryggjar eisini, at Almannaverkið altíð virkar innan búskaparligu karmarnar, sum eru ásettir í fíggjarlógini og skipar fyri nøktandi loysnum innan tøkni.

Fyrisitingin skal skapa karmar fyri at raðfestingar og avgerðir kunnu takast á einum fakliga nøktandi og upplýstum grundarlagi. Fyrisitingin ráðgevur og stuðlar stjórn og leiðarum í løgfrøðiligum, fakligum, tøkniligum, fíggjarligum, starvsfólkaligum og fyrisitingarligum viðurskiftum.

Arbeiðsuppgávur
Sum fyrisitingarstjóri hevur tú ábyrgd av øllum virkseminum í Fyrisitingini.

Við sterkum leiðsluførleikum skalt tú leiða deildarleiðararnar og vera teirra fyrimynd. Tað er tín uppgáva at tryggja gott samstarv í deildarleiðslutoyminum og skapa karmar fyri, at deildarleiðararnir avrika væl og áhaldandi mennast og trívast. Tú skalt megna at umseta strategiskar raðfestingar til týðilig mál fyri tær deildir, tú hevur ábyrgdina av.

Saman við deildarleiðarunum tryggjar tú, at fyrisitingin arbeiðir savnað, samskipandi, effektivt og strategiskt, við týðiligum leikluti og greiðum málum.

Førleikar
Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Vit vænta at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni á kandidat- ella masterstøði,
  • hevur innlit og áhuga fyri Almannaverkinum og tí sosiala økinum í Føroyum,
  • hevur kunnleika til almenna fyrisiting og innlit i samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi,
  • hevur viðkomandi leiðsluroyndir og góð evni at leiða,
  • hevur jaligan atburð og hevur týðiligan leiðarasamleika,
  • megnar at standa trygt og týðiliga fram mitt í øllum avbjóðingunum
  • megnar at raðfesta uppgávur og taka vælgrundaðar avgerðir, eisini undir trýsti,
  • hevur eina heildarfatan og strategiska hugsan og sær, at tað er ein samanhangur millum menniskju, fíggjarstýring, tøkniligar loysnir og lóggávu.

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt gott arbeiðspláss við nógvum virkisfúsum og dugnaligum starvsfólkum.
  • eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv, við møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Fyrisitingini. Starvið er flokkað við eini løn svarandi til 37. lønarflokk í lønartalvu hjá Felag Tænastumanna Landsins og 15% í eftirlønargjaldi, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Umsókn
Tú søkir við at trýsta her.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.08.2025 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjørdis S. Mortensen, stjóra, á tlf. 297096 ella Innu Sigvardsen, HR leiðara, tlf. 297080.

Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið