Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
7. august 2025
Útgongur
24. august 2025
Staður
Norðuri á Heyggi 3, FO-176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv
T-post
annika@heilbrigdi.fo

Lýsing

Um Heilbrigdi
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stiga skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin.

Lýsing
Sum kvøldvakt á Heilbrigdi kemur tú at starvast við sjúklingum, sum eru undir avrúsing eins og
teimum, ið eru liðugt avrúsaðir og farnir í grundviðgerð.

Vit vænta, at umsøkjarin

  • hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar, misnýtarar og hevur góð samstarvsevni
  • hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á stovninum
  • hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum – arbeiðsroyndir innan misnýtslu er ein
  • fyrimunur, eins og heilsufaklig útbúgving eisini er ein fyrimunur
  • reina revsiváttan

Vit bjóða
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning. Talan er um kvøldvaktstarv á 56 tímar aðruhvørja viku

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. Oktober 2025 ella so skjótt tað er gjørligt

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm, stovnsleiðari
ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 24. august 2025
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm á telefon 580379

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið