Lýsing
Ert tú kreativ/ur, og dámar tær væl at fáast við blómur? Í løtuni leita vit eftir einum eldhugaðum starvsfólki til blómuhornið hjá okkum í Miklagarði, ið kann vera við til at skapa vakrar upplivingar fyri okkara kundar.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at sniðgeva og binda blómutyssi og dekoratiónir, at selja og vegleiða kundum, vørumóttøka og klárgerðing av blómum og plantum og ymiskt annað fyrifallandi.
- Vit leita eftir tær, ið er handalig/ur, og tímur væl at fáast við blómubinding og røkt av blómum og plantum.
- Er fyrikomandi og tænastusinnað/ur.
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Talan er um eitt starv á 30-40 tímar um vikuna, hetta kanst tú sjálv/ur vera við at avgera. Vit arbeiða mánadag til leygardag, og arbeiði kann koma fyri á merkisdøgum.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Vang, leiðara, á telefon 264627.
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2358