Lýsing
Við starvinum fært tú:
- Eitt spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum uppgávum
- Djypri vitan innan maskinarbeiði, amboð, máling, umframt annað
- Økt tínar førleikar innan kundatænastu og søluarbeiði
Starvið og handilin
Vit hava til endamáls at veita maskin- og arbeiðsvinnuni tað, ið henni tørvarfyri at røkja sína uppgávu, har vit leggja okkum serliga eftir, at vøran er dygdargóð og før fyri at fullføra uppgávuna. Hetta fevnir um fleiri vørubólkar sum til dømis: Maskinamboð, máling og billakk, arbeiðsklæði og nógv annað.
Hevur tú áhuga fyri slíkum arbeiði og dámar væl at samskifta við fólk, so er hetta starvið kanska júst nakað til tín!
Lønarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært avtalu.
At søkja
Vit gleða okkum at síggja teg sum lim í okkara toymi! Um hetta er nakað fyri teg, ella tú vilt vita meira, kanst tú seta teg í samband við Hildigerð á tlf. 747777 ella senda eina umsókn til has@maskin.fo og viðmerkt Umsókn.