Lýsing
Sjúkraflutningstænastan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum útbúnum ambulansuviðgera.
- Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. oktober 2025 til 31. august 2026.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Í løtuni starvast 10 fólk hjá Sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.
Sjúkraflutningstænastan krevur, at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.
Vit vænta, at tú
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
- ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur góðar sosialar/menniskjaligar eginleikar
- sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
Dentur verður lagdur á
- menniskjaligar eginleikar
- at tú megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
- koyrikort til bólk D
- reina revsiváttan
- 1. hjálparprógv
- góða heilsu og fysik
- dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
- telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt samstarv
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
- Royndartíðin er 3 mánaðar.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 36 í 2025.
Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Allan Joensen, deildarleiðara, tlf. 232350, teldupost: allan@ks.fo
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo. Umsóknarfreistin er 24. august 2025.
Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo