Lýsing
Hevur tú hug og evnini at leiða arbeiðið á Føroya størstu taxa støð? So er tað kanska tær vit leita eftir, tí starvið sum leðari á støðini há Bil er tøkt.
Talan er um starv, ið kann skipast sum 3/4 tíð ella fulltíð.
Við 37 hýruvognum og avtalum við vinnulív, stovnar og ferðavinnu, er Bil eitt sunt og væl rikið felag. Vit leita tí eftir einum leiðara, ið er røkin, arbeiðssamur og væl skipaður.
Vit leggja dent á høgt tænastustøði, og at vit støðugt tillaga okkum tørvin hjá okkara kundum.
Vit vænta, at tú hevur eina skrivstovuútbúgving ella líknandi royndir, eitt nú við bókhaldi.
Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Beinir Kristiansen, stjóra, á +298 232440 ella stjori@taxi.fo
Umsóknir skulu sendast saman við viðkomandi skjølum áðrenn fríggjadagin 24. august á stjori@taxi.fo.