
Lýsing
Løgmálaráðið søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum løgfrøðingi til farloyvisstarv á familjurættarliga økinum.
Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi farloyvisstarv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár og verður sett frá 1. oktober 2025 ella sambært nærri avtalu.
Starvið
Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt við spennandi og fjølbroyttum uppgávum serliga innan familjurættarliga økið, men starvið fevnir eisini um navnamál og fólkayvirlit.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- Lóggávumenning, herundir lógarsmíð og endurskoðan av galdandi regluverki
- Løgfrøðiliga ráðgeving til landsstýrismannin og aðalstjóran innan málsøkini
- Samstarv við stovnar og myndugleikar
- Viðgerð av kærumálum innan navnamál
- Viðgerð av starvsfólkamálum
- Løgfrøðiliga eftirkanning av lógar- og kunngerðaruppskotum
- Aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum hóska til tínar fakligu førleikar
Førleikakrøv
Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand. jur.) ella embætisprógv í lóg.
Vit vænta eisini, at tú:
- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- sýnir ábyrgd og skilvísi
- ert ágrýtin, nýhugsandi og dámar væl avbjóðingar
- hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki
- dugir væl at samskifta og samstarva
- dugir væl at skriva og tosa føroyskt
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið og stovnar undir ráðnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Nærri kunning um starvið
Eru spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Nellu Festirstein, aðalstjóra, á telefon 558076 ella senda teldupost til nellaf@lmr.fo.
Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Løgmálaráðið
Gongin 7
Postboks 377
110 Tórshavn
Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lmr@lmr.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi kl. 12, týsdagin 2. septembur 2025.
Umframt familjurættarliga økið umsitur Løgmálaráðið m.a. hesi málsøki: ríkislóggáva viðv. politivirksemi, revsirættur, rættargangur, revsifulnaður fótfjøtur, pass, konkurs, skiftilóg, útlendingarættur, integratión, kommunala eftirlitið, dátuverndarlóggáva, lóg um forboð fyri privatum vakmyndatólum, vápnalóg, navnalóg, fólkayvirlitslóg, fyrisitingarlóg og lóg um alment innlit, spælilóggáva, rúsdrekkalóggáva, matstovulóggáva, brúkaraverndarlóg í.s.v. at keypa og selja fastogn, fíggjarrættur so sum keypilóg, kredittkeypilóg, avtalulóg, brúkaraavtalulóg, tryggingaravtalulóg, fyrningarlóg, løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum, vallóggáva, tilbúgving, ikki vinnurekandi grunnar og feløg, norðurlandamál, lógasavn og altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp.