
Fonn Flog
Lýsing
Sóknast verður eftir lærlingi til ferðaskrivstovu okkara í Tórshavn.
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- Avgreiðslu av flogferðaseðlum.
- Hotel-, bil- og tok bíleggingar í samband við ferðina.
- Charter bíleggingar.
- Avgreiðsla av pakka- og bólkaferðum.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin:
- Er opin og hevur lætt við at samskifta.
- Klárar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.
- Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt.
- Hevur FHS ella aðra miðnámsútbúgving.
- Góðan teldu kunnleika.
Læruplássið er fulla tíð á deildini hjá Fonn Flog í Tórshavn. Skúlin verður tikin á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Setanartreytir sambært S&K
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sakaris Frederiksen á tlf. 220385
Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn við teldupost til sfr@fonnflog.fo
Umsóknarfreistin er 25 august 2025.