Bygma Balslev
Útgivið
15. august 2025
Útgongur
31. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Dámar tær væl at koyra lastbil og trukk og at veita góða tænastu? So er tað kanska tær vit leita eftir!

Deild okkara í Hoyvík, Bygma Balslev søkir eftir einum ágrýtnum avloysara til vøruútkoyring og til trukkkoyring.

Vit bjóða tær eitt spennandi og mennandi fast avloysarastarv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd. Uppgávurnar hjá tær verða bæði fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú verður ein av lyklapersónunum í okkara toymi. Vøra skal upp á pláss og vøra skal koyrast út til kumdar sum bíða spentir eftir vøru. Tú fært royndir við goymslustýring, logistikk og planlegging.

Lønin er eftir avtalu.

Uppgávurnar hjá tær koma at m.a. at fevna um

  • Optimering av goymsluplássi
  • Vegleiðing av kundum
  • Leggja vøru uppá pláss
  • Vøruútkoyring tá okkara fastu førarar ikki fáa koyrt
  • Trailara tøming tá vøra kemur

Starvsstaðurin er hjá Bygma Balslev í Hoyvík og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Vit vænta at tú ert:

  • Fyrikomandi, tænastusinnað/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta við starvsfelagar
  • Málsøkin og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og hevur rímiligan telduforleika
  • Hevur stóra koyrikortið
  • Kranaloyvi
  • Trukkloyvi

Vit bjóða tær

  • Løn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum
  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum livandi og óformellum umhvørvi
  • Eitt stuttligt arbeiðspláss

Avloysarastarvið verður sett sum skjótast og starvsbyrjan er beinavegin um møguligt.

Bygma Balslev
Bygma Balslev er størsti veitari av byggitilfari og tilhoyr til bygging. Hjá Bygma Balslev starvast áleið 85 fólk, harav eitt sterkt toymi á 8 í Bygma Suðuroy.

Ynskir tú at vita meira?

Set teg í samband við Johan Jacobsen, Goymsluleiðara á tel. 239983 ella á joja@balslev.fo.

Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til joja@balslev.fo í seinasta lagi sunnudagin 31. august.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið