Miðnám á Kambsdali
Útgivið
20. august 2025
Útgongur
3. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín.

Vit sóknast nevniliga eftir reingerðarfólki at vera partur av okkara tænastutoymi.

Talan er um tímalønt starv og arbeiðstíðin verður avtalað eftir tørvi, men roknast kann við umleið 6 tímum hvønn skúladag. Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er 3. september 2025.

Umsóknin skal sendast til:

Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1, Kambsdalur
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til: ums@kambsdalur.fo

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsonnu Hansen á telefon 252323.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið