Lýsing
Matstovan á Miðnámi á Kambsdali leitar eftir einum føstum avloysara, sum kann traðka til, tá brúk er fyri eyka fólki.
Júst nú er brúk fyri einum avloysara nakrar vikur fram.
Í matstovuni arbeiða 4 fólk, og sum avloysari verður tú partur av køkstoyminum, sum hevur kantinu skúlans um hendi. Arbeiðið hjá køkinum umfatar matgerð, kassaavgreiðslu og at gera mat, tá skúlin skipar fyri ymiskum tiltøkum.
Arbeiðstíðin hjá køkstoyminum er ímillum kl. 7 til 15 hvønn skúladag.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknin skal sendast til:
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1
Kambsdalur
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
ums@kambsdalur.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðstein Lyngvej, køksleiðara á telefon 789033.