TAKS
Útgivið
20. august 2025
Útgongur
13. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vísir tú ábyrgd og nærlagni? Vilt tú arbeiða við lógum og reglum? So kanst tú gerast partur av skattatoyminum hjá TAKS í Klaksvík og vera við til at tryggja, at øll rinda rættan skatt.

Talan er um eitt týdningarmikið starv, har tú millum annað fert at:

  • svara fyrispurningum frá borgarum
  • viðgera persónsskattamál
  • ummæla kærur
  • fremja eftirlit


Førleikar

Tú hevur skrivstovulæru ella samsvarandi útbúgving, gjarna við kunnleika til skattareglur ella almenna fyrisiting – ella tú hevur drúgvar royndir á økinum. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til skattalóggávu og almenna fyrisiting. Tað er eisini ein styrki, um tú hevur royndir við málsviðgerð og journalisering. Tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt.

Vit ímynda okkum eisini, at tú:

  • ert fyrikomandi, tolin og ágrýtin
  • arbeiðir sjálvstøðugt og vísir ábyrgd og nærlagni
  • samstarvar væl og ert opin fyri broytingum
  • hevur áhuga fyri lóg og reglum
  • dugir at grunda niðurstøður á galdandi rætt
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • hevur hug og hegni at førleikamenna teg innan m.a. talgilding og fyrisiting


Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv, sum er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4 – alt eftir útbúgving.

Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Klaksvík, men setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsóknarfreistin er 14. september 2024

Søk starvið við at fylla út talgilda umsóknarblað okkara. Viðheft umsókn, lívrensl og onnur viðkomandi skjøl.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrina Petersen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á kp@taks.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið