Útgivið
9. august 2022
Útgongur
22. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum heilsurøktara at veita húsfólkunum á Ellisheiminum í Tórshavn røkt og sjúkrarøkt og somuleiðis fyriskipaða viðgerð. Talan er um fast starv á setanarbrøki 0,8 ella eftir avtalu frá 1. september 2022 ella skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Vit søkja heilsurøktara sum kann arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi at stuðla húsfólkunum í at vera so virkin sum gjørligt, soleiðis at allir førleikar og sansir verða varðveittir sum longst.

Sum heilsurøktari á Ellisheiminum fært  ein fakliga spennandi og mennandi arbeiðsdag á einum dynamiskum arbeiðsplássi.  fært góða innleiðslu, verður partur av einum dugnaligum praksisfelagsskapi og fært nógvar góðar møguleikar fyri persónliga menning.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/heilsuroektari-til-ellisheimid

Líknandi størv

9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið