Útgivið
10. august 2022
Útgongur
9. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heitið:
Reingerðarfólk til KVØLD arbeiði í Tórshavn.

Lýsing:
Dveylan sóknast eftir vaskifólkið at arbeiða í millum 2 - 4 tímar um kvøldarnar í ein til fimm dagar um vikuna.

Byrjanarlønin er heili 189,41kr um tíman + feriuløn og eftirløn 🙂

Dveylan reingerð sóknast eftir dugnaligum vaskifólkum at arbeiða nakrar kvøldtímar um vikuna. Um tær dámar at gera reint, lurta eftir tónleiki, at røra teg og bestemma júst nær á degnum tú arbeiðir (eftir kl 16 og liðug/ur áðrenn kl 07 næsta morgun), so er Dveylan møguliga rætta arbeiðsplássi til tín.

Kvøld arbeiðini eru millum annað frálík til persónar, sum longu arbeiða um dagin, men ynskja eina eyka inntøku um kvøldið.

Um okkum
Dveylan reingerð veitir tænastur til privat hús, virkir og stovnar. Uppgávurnar fevna víða: løtt reingerð, støva av og upp- og niðurvask. 

Vit vænta at tú:

  • arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar
  • hevur góð evni at samstarva
  • gongur høgt upp í góðskuna
  • ert villig/ur at læra

Umsókn
Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.

Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo viðmerk “Umsókn - Starvslýsing Kvøld Arbeiði”

Líknandi størv

18. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið