Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
2. september 2025
Útgongur
15. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært

Lýsing

Vit søkja eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum læknaskrivara til eitt barsilsstarv í 1 ár, at byrja 1. november 2025, ella eftir nærri avtalu.

Læknaskrivararnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiða tvørtur um deildir og samstarva tætt við sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og onnur starvsfólk. Arbeitt verður m.a. við journalum, skráseting, samskifti við sjúklingar, avgreiðslu og fyrisitingarligum uppgávum.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar:

  • útbúgving sum læknaskrivari
  • kunnleiki til journalskipanina Cosmic
  • kunnleiki til urologi er ein fyrimunur
  • evni at handfara ymiskar og skiftandi arbeiðsuppgávur
  • góðan telduførleika
  • góð samstarvsevni, ábyrgdarkenslu og sjálvstøðugan arbeiðshátt
  • jaligur hugburður og áhugi fyri at menna eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða:

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv saman við fakliga dugnaligum starvsfólki
  • eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði í hásæti.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Anniku
Karlsdóttir Ljósstein, tel. 454545, teldupostur: akl@ks.fo.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 15. septembur 2025

Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið