Lýsing
Søkt verður eftir einum starvsfólki/stuðli í tíðaravmarkað starv, skúlaárið 2025-2026 á serbreytini á Kambsdali við samlaðum lønarbroti á 0,6.
Uppgávan er serliga at vera um næmingarnar, hjálpa til og saman við hinum starvsfólkunum skipa undirvísingina.
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið er arbeiðshugað, nærlagt, samstarvshugað, tekur ábyrgd og sær møguleikar.
Tað er ein fyrimunur, um tann, ið verður settur, hevur útbúgving sum lærari, námsfrøðingur ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul. Dentur verður eisini lagdur á eitt nú relatiónsførleikar. Um tann, ið settur verður, ikki er útbúgvin lærari ella námsfrøðingur, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.
Lønar og setanartreytir:
Lærarar og námsfrøðingar verða løntir sum bachelor sambært sáttmála við YF. Hjálparfólkastarv verður lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi 15. sep 2025 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá Sunnevu Lambavík, sla@kambsdalur.fo, útbúgvingarleiðara á serbreytini, ella á tlf. 227657
Lagt út á starv.fo og alfred.fo 1. Septembur 2025