Havsbrún
Útgivið
5. september 2025
Útgongur
15. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vit søkja eftir framleiðslufólki til mjøldeildina á Havsbrún at byrja sum skjótast.

Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún starvast 100 starvsfólk, av teimum starvast 40 starvsfólk á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum framleiðir fiskamjøl og lýsi. Arbeitt verður í 12 tíma vaktum, tá fiskur er, og tá eru 4-5 fólk á hvørjari vakt. Tá ongin fiskur er verður arbeitt mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16.

Arbeiðið á mjølvirkinum er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

Framleiðsla

  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
  • Reinsa lýsi
  • Annað fyrifallandi arbeiði
  • Tín vangamynd
  • Vit søknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum er røsk/raskur og positiv/ur, umframt at viðkomandi dugir at arbeiða saman við øðrum.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo

Umsókn
Umsóknarfreistin er 15. septembur 2025.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.

Søk starvið her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið