Lýsing
Ert tú klár/-ur til at gera mun í lívinum hjá børnum og ungum?
Vit leita eftir eldhugaðum kvinnum og monnum at arbeiða í nýumvældum bú- og viðgerðarstovni í Havn, har tryggleiki, umsorgan, strukturur og trúvirði eru í hásæti.
Um starvið
Vit bjóða tær eitt avbjóðandi og meiningsfult fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, og miðað verður ímóti, at arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Byrjað verður skjótast gjørligt.
Tú fært møguleika at vera við frá byrjan og kemur, saman við einum tvørfakligum toymi, at vera við til at mynda gerandisdagin, bæði tá talan er um innrætting og sosialnámsfrøðiliga viðgerð.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144765&DepartmentId=19190&MediaId=4615