Lýsing
Vilt tú hava ávirkan á gerandisdagin á tínum arbeiðsplássi og arbeiða saman við okkara fantastiska starvsfólkahópi? So er møguleikin her!
Býlingshúsið í Maritugøtu søkir eftir starvsfólkum til ávikavist barnagarð og vøggustovu at arbeiða millum 20-40 tímar um vikuna. Størvini verða sett í august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Vit eru ein stovnur við áleið 60 børnum, sum trívast og mennast saman við 18 fakliga dugnaligum starvsfólkum býtt á tvær vøggustovur og tveir barnagarðar – starvsfólkini hava hollar royndir og deila vitanina við hvønn annan. Vit leggja dent á at arbeiða við lurtandi pedagogikki og at vera nærverandi í okkara arbeiði – vit fylgja sporunum hjá børnunum og skipa okkara virksemi eftir teirra áhuga.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/starvsfolk-til-bylingshusid-i-maritugoetu-1