Útgivið
15. august 2022
Útgongur
31. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvsfólk til stálgoymsluna hjá MEST í Tórshavn

Í goymsluni hjá MEST í Tórshavn, kemur tú at avgreiða sølu, tilevna stál og handfara goymsluna av stáli.

Vit ynskja, at tú:

  • ert opin og hevur lætt við at samskifta
  • ert førur fyri at loysa smáar handaligar uppgávur
  • hevur trukkoyrikort
  • ert framfýsin og ágrýtin at umsita stálgoymsluna
  • hevur góðan hug at selja
  • hevur áhuga innan stáløki og loysnum úr stáli

MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Tín starvsstaður er í Tórshavn men tú kemur at samstarva við hinar deildirnar um innanhýsis flutning av stáli/vørum.

Vit bjóða
Tú fært eitt starv í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har trivnaðurin er í hásæti. Og tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.

Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum og goymslunum verður raðfest hægri. Við fleiri enn 35.000 vørunummur kemur tú tískil at fáa eina breiða vitan.

Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

Freistin at søkja starvi er 31. august og vit hava samrøður leypandi, so hvørt sum umsóknir verða latnar inn.

Um tú hevur spurningar, kanst tú ringja til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77.

Starv
Starvsfólk til stálgoymsluna hjá MEST í Tórshavn

 

Starvsheiti

Starvsfólk til stálgoymsluna hjá MEST í Tórshavn

 

Virki

MEST

 

Deild

Goymsla

 

Umsóknarfreist

  1. aug. 2022

 

Byrjunardagur

Skjótast gjørligt

 

Søk nú

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið