Landsverk
Útgivið
9. september 2025
Útgongur
25. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan.

Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførara til megnøkið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Viðkomandi handverkslig útbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki nakað krav. Kranaloyvi D, umframt royndir við krana og at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um alt meginøkið, tó verður tín arbeiðsstaður í Lambareiði.

Tá ið vetrarhald og kavarudding er, byrjar arbeiðsdagurin kl. 05:00 á morgni á meginøkinum. Roknast má við tilkallivakt og yvirtíðararbeiði í sambandi við vetrarhaldið.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum umvegis heimasíðuna og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. sept. 2025.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erland Nýggjagarð, arbeiðsformann, á tlf. 290 932 ella við t-posti til erny@lv.fo.

Líknandi størv

10. september 2025
9. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið