Lýsing
Vit søkja eftir einum løgfrøðingi til fast starv at seta skjótast til ber ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur
- Løgfrøðiliga fyrisiting og fyrireika mál til støðutakan eftir galdandi lóggávu viðvíkjand djórasjúkum og djóravælferð og kunngerðum ið hava heimild í hesum lógum
- Talan er um alivinnu sum heild og eisini djórahald á landi
- Ráðgeva og vegleiða í mun til løgfrøðilig ivamál á deildini
- Ummæli av kærum og annað løgfrøðiligt arbeiði í hesum sambandi
Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini, m.a. kann roknast við at hjálpa til við umsiting av aliloyvum.
Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar
- jur.
- Góð evni at greina fløktar løgfrøðiliga spurningar
- Góðan kunnleika í føroyskum máli, bæði í skrift og talu er krav
- Góðan telduførleika. Fyrimunur er at hava royndir við journalskipanum
- Koyrikort til bil
Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur. Tú hevur stóran áhuga fyri fyrisitingarrætti. Tú dugur at arbeiða bæði sjálvstøðugt og at samstarva og samskifta við onnur. Viðkomandi arbeiðsroyndir er ein fyrimunur men ikki eitt krav
Vit bjóða
- Vit bjóða eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi løgfrøði starv har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
- Møguleikar fyri fakligari menning
- Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur høgt
Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er á Smyrilsvegi 7, 2 hædd í Tórshavn.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.
Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og minst eina tilvísing.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 29. august 2022 kl. 12.00.
Meira fæst at vita við at venda sær til Sarah Vallin, embætisdjóralækna og deildarleiðara ella Hildigunn Ellingsgaard løgfrøðing, tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.
Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.
Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða djóraheilsu og djóravælferð. Á Veterinerdeildini eru 9 starvsfólk d.d.