Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir 5. sjúkrarøktarfrøðingum til B7, til setan 01.09.2022 ella skjótast gjørligt. Talan er um 3. barnsburðarfarloyvisstørv á starvsbrøki 0,8 til og við 31.03.2023 og 2. barnsburðarfarloyvisstørv á starvsbrøki 0,7 til og við 31.08.2023.
Um okkum
B7 er medisinsk deild, har høvuðssergreinin er neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.
Førleikar
- Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Ágrýtin og hevur dirvi
- Góð samstarvsevni og ert fleksibul
- Fakligan áhuga innan økið
- Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
- Megnar at miðla vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
- Hevur eitt opið og jaligt sinni
- Góðar telduførleikar
Vit bjóða
- Innleiðslu og upplæring á deildini
- Fjølbroytt arbeiði
- Spennandi avbjóðingar
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella t-post jonsi@ls.fo ella Húngunn Højgaard, varaleiðara, tlf. 304500 lokal 6007 ella t-post hunho@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 28.08 2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.