Lýsing
Søkt verður eftir Heilsurøktara ella heilsuhjálpar til kvøldvakt í Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.
Søkt verður eftir:
- einum heilsuhjálpara / heilsurøktara at arbeiða kvøldvakt á starvsbrøki 0,7. Arbeitt verður aðru hvørja viku í 7 dagar og aðru hvørja viki frí. Møguleiki er eisini at arbeiða 1,0.
Førleikar
Útbúgving sum Heilsurøktari ella Heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/heilsuroektara-ella-heilsuhjalpar-til-kvoeldvakt-i-heimataenastuna