Landssjúkrahúsið
Lýsing
Sjúkrarøktarfrøðingar til medisinsku seingjardeildina H1 við høvðussæti í hjarta- lungatoyminum á Landssjúkrahúsinum.
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum. Talan er um:
- Eitt fast starv á brøk 0,8 frá 01.11.25
- Eitt farloyvisstarv á brøk 0,7 frá 01.11.2025 til og við 31.08.26
- Eitt barnsburðarfarloyvisstarv á brøk 0,8 frá 01.11.25 til og við 31.08.26
- Eitt barnsburðarfarloyvisstarv á brøk 0,8 frá 01.12.25 til og við 31.12.26
H1 er seingjardeild við trimum toymum. H1 Hjarta- lungatoymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 11 sjúklingum. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: