Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólki til tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík. Tínar uppgávur eru millum annað dagligur rakstur av móttøkuni av tyrviburturkasti.
Um Nýggjheiðar
Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Í Nýggjheiðum verður tikið ímóti øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju í Føroyum, soleiðis at alt er savnað á einum stað. Plássið hevur eina høll at savna saman tyrviburturkast, eitt reinsiverk til rottangaevju, starvsfólkarúm, bilhús til rottangabilar og tyrvingarpláss. Nógv er um at fara, og tískil verður søkt eftir einum starvsfólki til dagliga raksturin.
Arbeiðsuppgávur
- Dagligur rakstur av tyrvingarmóttøkuni og reinsiverkinum
- Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
- Viðlíkahald og røkt av útgerð og hølum
- Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum maskinistur ella handverkari
- hevur koyrikort
- ert røkin og arbeiðir skipað
- kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert tænastusinnað/ur og dugur at samskifta á føroyskum ella norðurlendskum
- ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
Vit bjóða
Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, harav trý starvast í Nýggjheiðum. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, og eru tað nógv av okkara starvsfóljum, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár.
Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og viðkomandi avvarðandi fakfelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Andrias Didriksen, leiðara, á tlf. 234238 ella Andrias Joensen, tekniskur leiðari, á tlf. 234214.
Umsóknarfreistin er 25. september 2025. Søk starvið umvegis leinkið her: Maskinistur ella handverkari til IRF í Kvívík.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti og 10.000 tons av tyrviburturkasti.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.