Útgivið
17. august 2022
Útgongur
16. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til okkara Økispsykiatri í Suðurstreymi. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 til setan frá 01.11.2022.

Í starvinum verður tú við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru 3 sjúkrarøktarfrøðingar sum arbeiða saman um økið, sum umfatar Suðurstreymoy og Sandoy. Vit eru tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og aðru hvørja viku møtast allar til felags- og tvørfakliga konferensu og fakliga sparring. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørsektorielt.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin. Vit arbeiða miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu okkara.

Hvør ert tú?

Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum og megnar at arbeiða rættiliga sjálvstøðugt.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

  • Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.
  • Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur virðing fyri øðrum starvsfeløgum, ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.

Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.

Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, sum eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikort og møguleika at nýta egnan bil í arbeiðinum (samsýning verður veitt).

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557 ella t-post birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I. Lindenskov, depilsleiðaram á t-post eydna.lindenskov@ls.fo. 

Umsóknarfreistin er tann 16.09.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið