Tórshavnar kommuna
Lýsing
Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum starvsfólki við heilsufakligari útbúgving á bachelorstøði. Uppgávan í Heilræði er at gera fyribyrgjandi heimavitjanir hjá borgarum yvir 75 ár í Tórshavnar Kommunu. Talan er um fast starv, og starvsbrøkurin er 0,7 – svarandi til 28 tímar um vikuna. Starvsbyrjan er 1. oktober 2025 ella eftir avtalu.