Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
13. september 2025
Útgongur
3. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólki í fast starv til Norðoya Ellis- og Vistarheim at byrja skjótast til ber. Setanarbrotið verður eftir avtalu og arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 9 búfólk. Høvuðsendamálið við starvinum er at veita dygdargóða røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum og at stuðla undir ein tryggan gerandisdag.

Førleikakrøv og karmar
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari, men tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur eina av hesum útbúgvingum.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Line Munk, deildarleiðara, á tel. 793420 ella við telduposti á linem@nbh.fo.

Skrivlig umsókn, við avritum av møguligum prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 03. oktober 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið