Landsapotekarin
Útgivið
13. september 2025
Útgongur
5. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum ágrýtnum leiðara at standa á odda fyri roknskapunum í Apoteksverkinum. Dugir tú at leiða, kveikja og menna onnur? Hevur tú eitt opið og jaligt tænastusinni? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Hvat inniber starvið?
Roknskaparleiðarin hevur ábyrgdina av mánaðar- og ársroknskapum fyri øll apotekini og aðrar eindir í Apoteksverkinum. Tú fert at fáa ein spennandi gerandisdag, har tú eisini hevur dagligu leiðsluna av starvsfólkunum innan økið. Roknskaparleiðarin hevur eisini ábyrgdina av lønar- debitor- og kreditorstýringini fyri Apoteksverkið. Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at roknskaparøkið mennist og lagar seg eftir broytandi tørvinum, og tú kemur at vísa beinleiðis til fyrisitingar- og rakstrarstjóran í Apoteksverkinum.

Hvørjum leita vit eftir?
Tað hevur týdning, at tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. HD í roknskapi, cand.merc.aud ella líknandi, og drúgvar royndir á roknskaparliga økinum. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú dugir roknskaparliga handverkið, og at tú hevur royndir og hegni at leiða starvsfólk. Tú mást duga at hava fingurin á pulsinum, samstundis sum tú skapar yvirlit og gjøgnumskygni. Eisini er neyðugt við einum analytiskum og skipaðum arbeiðshátti, og at tú dugir at arbeiða sjálvsstøðugt og málrættað. Og so er ein góður leiðari sjálvandi eisini fyrikomandi, álítandi og dugir væl at samstarva.

Hvat kunnu vit bjóða tær?
Apoteksverkið er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv, har góðska og trivnaður altíð eru í hásæti.

Vit eru eini 150 starvsfólk í Apoteksverkinum, og á Fíggjardeildini starvast 5 fólk. Talan er um er eitt fulltíðarstarv, sum verður sett 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Søk starvið
Trýst á hetta leinkið og viðheft eina umsókn við avriti av prógvum, viðmælum og lívsrensli. Vilt tú vita eitt sindur meira um starvið fyrst, kanst tú venda tær til Allan Nolsøe, fyrisitingar- og rakstrarstjóra á 211125 ella allann@apotek.fo. Og vilt tú lesa eitt sindur um Apoteksverkið, kanst tú vitja apotek.fo.

Freistin at søkja er 5. oktobur 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið