Lýsing
Fýra ára tíðaravmarkað vísindastarv í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini
Starvsøki
Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt adjunkt- ella lektarastarv í samfelagsvísindum tøkt at søkja. Vit sóknast eftir einum vísindastarvsfólki at granska, undirvísa og menna skeið í samfelagsvísindum. Talan kann eisini vera um, at tann setti fær leiklut sum útbúgvingarleiðari. Samfelagsvísindi er eitt vísindaligt øki, sum vit skilja sum læruna um sosiala atferð í samfelagnum, sosialar relatiónir millum einstaklingar, bólkar og skipanir í samfelagsligum høpi, og um sosiala interaktión. Tær útbúgvingar, sum eru mest viðkomandi fyri hetta starvið, eru sosiologi, sosialvísindi, human geografi, etnologi, antropologi og líknandi. Viðkomandi skal eisini kunna undirvísa í kvalitativari metodu við støði í empiriskum granskingarroyndum.
Førleikakrøv
Adjunktstarv er eitt 4-ára útbúgvingarstarv, meðan lektarastarv er fast vísindastarv. Starvssetanin sum adjunktur/lektari verður sambært førleikum og royndum umsøkjarans, og tá fevnir starvið um gransking, undirvísing og fyrisiting. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur/lektari er neyðugt at hava ph.d.-útbúgving.
Góður málkunnleiki krevst í norðurlendskum og enskum, men tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin dugir føroyskt og hevur innlit í føroysk samfelagsviðurskifti. Væntað verður av umsøkjarum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og fáa starv á Fróðskaparsetrinum, at tey arbeiða miðvíst við at nema sær føroyskan kunnleika og í minsta lagi skilja føroyskt innan trý ár. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetrinum, sum sæst her.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar hava góðar granskingar- og undirvísingarførleikar, góð samstarvsevni og eisini eru fúsir at arbeiða til frama fyri deildina í breiðari merking. Á deildini arbeiða umleið 30 fólk við ymiskum førleikum og á ymsum fakøkjum. Á deildini er gott og gevandi akademiskt umhvørvi við kjaki og samstarvi tvørtur um fakmørk. Vit rokna eisini við, at tann setti sær virðið í at samstarva tvørtur um fakmørk á deildini.
Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og AKF.
Umsókn
Við umsóknini skulu sendast lívsrensl (CV), íroknað yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt avrit av próvskjølum. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks. Umsóknin skal verða skrivað á enskum.
Onnur viðurskifti Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt her.
Umsóknarfrestin er 13. oktober 2025. Starvið verður eftir ætlan sett 1. januar 2026.
Dagligi starvsstaðurin er Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, dekan, tlf. 292597, erikah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 850 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo