Atlantic Airways
Útgivið
15. september 2025
Útgongur
28. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært

Lýsing

Vit leita eftir arbeiðssomum starvsfólki til reingerð umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways og í skrivstovubygningunum at byrja sum skjótast.

Starvið
Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Arbeitt verður eftir vaktarskipan; eisini um vikuskiftið og halgidagar.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum ert:

  • Álítandi og tekur ábyrgd
  • Fyrikomandi og dámar væl at hava nokk at gera
  • Fleksibul og kanst arbeiða í skiftandi vaktum
  • Røkin og gert títt arbeiði til lítar

    Afturat hesum er tað eitt krav at vera 18 ár, hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Arbeiðsstaður
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.09.2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, trýstir tú á “Søk starvið”.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, tel. 213 721, t-postur rasmus@atlantic.fo ella Báru S. Guttesen, HR-umsitara, tel. 514 950, t-postur baras@atlantic.fo

Send ansøgning

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /