Tórshavnar kommuna
Lýsing
TÓRSHAVNAR KOMMUNA SØKIR VARALEIÐARA OG NÁMSFRØÐINGAR TIL FLATNAGARÐ OG UNGDÓMSHÚSIÐ FLATNAKRÓK
Kom og ver við at skapa framtíðina á stovninum í Kaldbak!
Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnum og ungum í Kaldbak? So er hetta starvið júst fyri teg!
Vit sóknast eftir einum varaleiðara til Flatnagarð og ungdómshúsið Flatnakrók frá 15. oktober 2025 (ella skjótast til ber) og einum námsfrøðingum til Flatnagarð frá 15. oktober 2025.