
Lýsing
Eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv sum fíggjarstjóri er nú leyst at søkja í Krosstein. Tað starvast umleið 30 fólk í Krosstein, og fyritøkan arbeiðir alsamt eftir at vera viðurkend sum fremsti veitari av dygdarvørum í Føroyum.
Um starvið
Fíggjarstjórin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini í tøttum samstarvi við stjóran, og er eisini partur av leiðslubólkinum.
Fíggjarstjórin hevur ábyrgdina av:
- Dagligu fíggjarstýringini og mánaðar- og ársroknskapum fyri samtakið
- Lønar- debitor- og kreditorstýring
- Rakstrarætlanum og uppfylging fyri samtakið
- Lønsemisgreiningum og ognarumsiting fyri samtakið
- Dagligu leiðsluna at skrivstovufólkum felagsins
- Fyrireika tilfar til stjórn, nevnd og eigarar
- Ráðgeva, greina og virka sum hugskotsráðgevi hjá stjóra og leiðarum í fíggjarviðurskiftum
- Røkja viðurskifti og hava samskifti við fíggingarstovnar, myndugleikar, grannskoðarar og ráðgevar
- Luttaka í ymiskum verkætlanum
Vit vænta, at tú hevur
- Leiðsluroyndir og góð leiðara- og samstarvsevni
- Dugir væl at skipa arbeiði og at taka avgerðir
- Hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt, stýra og taka ábyrgd
- Ert ábyrgdarfull/ur og hevur góða heildarfatan
- Hægri útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD í roknskapi, cand.merc.aud ella líknandi
- Viðkomandi royndir innan roknskaparøkið
- Góðar telduførleikar á høgum brúkarastøði
- Góðar málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
- Viðkomandi royndir innan verkætlanararbeiði
- Góðan kunnleika til Power BI
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einari fyritøku sum veitir dygdarvørur við skjótari og góðari tænastu til allar føroyingar, vinnuna, kommunur og tað almenna.
Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum, og lønin verður ásett eftir nærri avtalu Tú verður eisini partur av einum leiðslutoymi, har dentur verður lagdur á at finna røttu dygdarloysnirnar, og at veita bestu tænastu til kundarnar.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til eydbjorn@lh.fo.
Um tú hevur onkrar spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðbjørn Poulsen, á tlf 230060, ella við at senda teldupost til eydbjorn@lh.fo.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. Oktober 2025, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.