Lýsing
Ljóðar tað spennandi at framleiða mjøl og lýsi burturúr laksi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vit søkja eftir framleiðslufólki til laksadeildina á Havsbrún.
Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.
Arbeiðsøki
Arbeiðið á laksavirkinum fevnir um:
- Framleiðslu
- Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
- Annað fyrifallandi arbeiði
Tað er sera týdningarmikið, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Roknast kann við skiftandi arbeiðstíðum, vanliga verður arbeitt í dagvaktum og kvøldvaktum.
Tín vangamynd
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og tekur við ábyrgd. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eitt ávíst maskintekniskt innlit, umframt grundleggjandi telduførleikar. Harumframt ert tú røsk/raskur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er somuleiðis týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 31. august 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.
Um Bakkafrost samtakið
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).